Stuðul

Nomatek er í dag ein tyðandi liður í føroyska vinnulívinum og nærknýtt at føroyska samfelagnum. Vit vilja gjarna geva okkara íkast aftur sum stuðul til ymisk endamál.

Vit lata stuðul til einstaklingar og felagsskapir.

Ynskir tú stuðul frá okkum, er tú vælkomin at senda eitt teldubræv til studul@nomatek.fo við eini umbøn um stuðul og við eini frágreiðing um, hvat stuðulin skal nýtast til.

4 ferðir um árið viðger stuðulsnevndin á Nomatek umsóknirnar, og tú fær altíð eitt svar. Men upphæddin er avmarkað, og vit kunnu tíverri ikki stuðla øllum, sum vit høvdu ynskt at stuðla. Tí koma nøkur at fáa noktandi svar.